Klokkan gott 22 í gjárkvøldið fekk alarmasentralurin fráboðan um, at ein 69 ára gamal maður var ákoyrdur í Varðagøtu við kommunuskrivstovuna í Sørvági.
Av ókendum orsøkum gekk tann 69 ára gamli maðurin gekk beint út fyri ein bil.
Hóast skjót hjálp kom á staði, stóð maðurin ikki til at bjarga og doyði av løstunum hann fekk.
Politiið kannar nú orsøkina til óhappið.
Avvarðandi eru kunnaði, sigur løgreglan.
|