Í dag er tað, at børnini fara aftur í skúla eftir summarferiuna. Og av øllum børnunum, sum fara í skúla, eru tað eisini 765 børn, sum fara í fyrsta flokk. Tað er ikki altíð, at so lítil børn duga so væl at ansa eftir bilunum og tí ger Ráðið Fyri Ferðslutrygd eisini stóran dent á at upplýsa um, hvussu tey eiga at bera seg at.
Í hesum sambandi hava tey eisini góð til foreldrini um, hvussu tey kunnu læra børnini at ansa eftir bilunum. Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri á Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, sigur, at tað serliga er tað hendan fyrsta tíðin, til børnini hava lært, hvussu tey skulu bera seg at, sum hevur stóran týdning.
Eitt nú minnir hon foreldur á, at børnini eru so lítil, at tey síggja ikki tað sama rundan um seg, sum vsksin fólk, og tí eru hyggjuráðini til foreldur, at tey, av og á, fara niður á knæ, tí ikki fyrr enn tá fáa tey ein fatan av, hvat barnið sær.
Trýst á pílina undir myndini og hoyr stjóran í Ráðnum fyri Ferðslutrygd greiða frá og geva foreldrunum góð ráð um, hvussu tey skulu bera seg at sum best.











