Ferðslusamskiparin verður samferðsluleiðari

Strandfaraskip Landsins hava fingið nýggjan samferðsluleiðara

Jens Petur Brattalíð hevur tikið við sum leiðari á Samferðsludeildini. Tað boðar heimasíðan hjá Strandferðsluni frá í dag.

 

Jens Petur er 51 ára gamal, og er útbúgvin fiskivinnutøkningur. Hann hevur verið leiðari á fiskavirkjum, og hevur tey seinastu árini røkt starvið sum ferðslusamskipari á Strandferðsluni.

 

Jens Petur fer beinanvegin í gongd við at skipa deildina og verður hansara fyrsta uppgáva at seta nýggjan ferðslusamskipara.