Ferðsluóhapp í Norðragøtu

Eitt lítið ferðsluóhapp var í Norðragøtu seinnapartin.

 

Ein bilur, ið kemur úr Norðragøtu og skal út á landsvegin, renir inn í síðina á einum bili, sum koyrir úti á landsvegnum.

 

Løgreglan boðar frá, at eingin mansskaði hendi í óhappinum, men báðir bilarnir fingu nakað av materiellum skaða.

 

Sambært løgregluni er talan um eitt brot á treytaleysa víkiskyldu, og í hesum førinum hevur hálka ongan leiklut spælt.