Ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum

Norðoyatunnilin er stongdur, inntil liðugt er ruddað eftir eitt ferðsluóhapp í Norðoyatunlinum seinnapartin.

Løgreglan hevur fyri løtu síðani stongt Norðoyatunnilin.

 

Sambært vakthavandi er talan um eitt lítið ferðsluóhapp í tunlinum, sum krevur, at ruddað verður upp, áðrenn ferðsla aftur sleppur gjøgnum tunnilin.

 

Talan er um ein bil, sum niðri í tunlinum hevur borið við ein kantstein. Bilførarin hevur síðani mist tamarhaldið á bilinum og endin varð, at bilurin stóð tvørt fyri í tunlinum, ikki førur fyri at koyra víðari.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at bilførarin ikki fekk skaða í óhappinum.

 

Nú er tunnilin stongdur, inntil kranabilur hevur verið eftir skadda bilinum.