Eitt ferðsluóhapp var í Kollafjarðardali í morgun. Ein bilur, ið kom koyrandi oman av Oyggjarvegnum, helt ikki sína víkiskyldu, tá hann, bið Effo-støðina í Kollafjarðardali, fór út á vegin frammi í Dal. Júst tá kom tó ein bilur koyrandi og teir báðir stoyttu saman.
Eingin mannskaði hendi av óhappinum, men hvørgin bilurin kundi koyra víðari og høvdu tí tørv á flutningshjálp.
Annars sigur løgreglan seg ikki hava havt nakað serligt at gera í nátt og í morgun.