Ferðsluóhapp í Klaksvík

Ein bilur koyrdi út av á Gørðum í Klaksvík

Eitt ferðsluóhapp var á Gørðum í Klaksvík fyrrapartin.

 

Ein bilur er komin koyrandi suðureftir Skáltavegnum og hevur síðani snarað inn á Garðavegin. Av eini hvørjari orsøk, er bilurin tó farin av vegnum og hevur rent á ein garð uttan fyri eini sethús. Garðurin hevur fingið stóran skaða og tvir betongstabbar eru kvettir av.

 

Bilurin endaði á liðini í einum vallaðum øki, ið hellir oman móti Stangavegnum.

 

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini er eingin mannskaði hendur í óhappinum.