Ferðsluóhapp í Havnini

Um fýra tíðina í dag hendi eitt ferðsluóhapp har Hvítanesvegurin og Eystari Ringvegur møtast í Havnini.


Óvist er júst hvat hendi, men sambært vakthavandi á løgreglustøðini, so rendi ein bilur á ein skutara.


Førarin á skutaranum varð fluttur á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar. Sambært løgregluni er viðkomandi ikki í lívsvanda.