Í kvøld hendi eitt ferðsluóhapp innanfyri Skála. Krapi var á vegnum og ein bilførari, sum kom koyrandi, kom í krapan og misti tamarhaldið á bilinum, so at hann fór útav.
Bilurin koyrdi ikki skjótt, men hann fór minst eina ferð runt, tá ið hann fór oman av vegnum, og gleið einar 50 metrar oman frá vegnum, áðrenn hann steðgaði. Bilførarin smekkaði høvdið í og fór at bløða, og varð tískil sendur á Landssjúkrahúsið. Men løgreglan sigur, at skaðin, hann hevur fingið er ikki álvarsligur.
Annars bóltaði ein steinur á vegin við eystara munna á Vágatunlinum. Ein bilførari, sum kom koyrandi, var so óheppin at koyra á steinin við teirri avleiðing, at bilurin fekk stóran skaða undir botnin.
|