Ferðsluóhapp á Mýrunum

Eitt ferðsluóhapp hendi um tvey-tíðina seinnapartin á Mýrunum, beint uttan fyri Runavík, har tveir bilar hava verið við í einum samanstoyti.

Eitt ferðsluóhapp hendi um tvey-tíðina seinnapartin á Mýrunum, beint uttan fyri Runavík, har tveir bilar hava verið við í einum samanstoyti.



Annar bilurin endaði við at liggja á liðini, og tí tók tað eitt sindur av tíð at fáa skorið hann upp, so eitt fólk í honum kundi fáast út.



Tilsamans vóru trý fólk í teimum báðum bilunum, og tey eru øll flutt á Landssjúkrahúsið í tveimum sjúkrabilum.

 

- Einki teirra var tó í lívsvanda, men onkur teirra fekk ilt í ryggin, sigur vakthavandi á Politistøðini í Havn.