Ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum

Eitt ferðsluóhapp hendi fyri løtu síðan á Hvítanesvegnum

Klokkan 08.12 í morgun fekk politiið fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum beint omanfyri Studentaskúlan í Hoydølum.

 

Ein ungur maður varð yvirkoyrdur á gonguteignum, og alt fyr eitt ringdu fleiri bilførarar har á leiðini til politiið.

 

Ambulansa kom skjótt á staðið, og drongurin bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið.

 

Vakthanvandi á politistøðini veit enn ikki at siga, hvussu ungi maðurin hevur tað.