Ferðsluóhapp á Giljanesi

Um 11-tíðina hendi eitt lítið ferðsluóhapp á Giljanesi.

 

Ein bilur, sum kom koyrandi oman eftir Nesavegi, kom ov langt út, og koyrdi út fyri ein buss hjá Bygdaleiðum.

 

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.