Tað var mitt í allari morgunferðsluni, at løgreglan í Havn fekk eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp á Frælsinum í Havn.
- Talan var um eitt lítið ferðsluóhapp, har tveir bilar stoyttu saman í rundkoyringini á Frælsinum í Havn, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Eingin mansskaði stóðst av óhappinum, men eitt sindur av materiellum skaða var kortini.