Beint eftir klokkan sjey í morgun fekk løgreglan boð um, at ein bilur var farin útav á Eiðisvegnum, nakað norðanfyri rundkoyringina til Norðskálatunnilin og Oyrarbakka.
Tvey fólk vóru í bilinum og tey gramdu seg um pínu í rygginum, og tískil vórðu tey flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar
Løgreglan veit ikki enn, hví bilurin fór útav.