- Aftur í ár fer Landsverk í samráð við Sunda kommunu at seta ferðsluljós upp í Líðini oman móti Tjørnuvík.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.
Hetta verður gjørt fyri, at ferðslan kann ganga betur, og at sleppast kann undan mótkoyrandi ferðslu á hesum smala vegastrekki.
- Sum nakað eyka í ár verður klokka sett á ferðsluljósini. Hetta merkir, at bíðitíðin í mesta lagi verður fimm minuttir og 12 sekund.
Í Sunda kommunu siga tey, at bíðitíðin - í mesta lagi - verður helvtin av tíðini, sum fólk bíðaðu síðsta summar.
- Gongst sum ætlað verða ferðsluljósini tikin í brúk hin 1. juni, verður lagt aftrat.
##med2##