Bilaferðslan hevur gingið væl í morgun

Ein lítil lastbilur er farin út av vegnum við Effo-støðina í Kollafjarðardali, men hetta hevði sambært løgregluni lítið upp á seg.

 

 

 

 

Hóast fitt av kava er komið niður ymsastaðni um landið, og tað rýkur í støðum, visti vaktleiðarin fyri løtu síðan at siga, at ferðslan higartil í morgun hevur gingið væl.

 

- Vit hava einki hoyrt um, at trupulleikar hava verið í ferðsluni higartil í morgun.

 

Vaktleiðarin visti at siga, at ein lítil lastbilur er farin út av vegnum nærindis Effo í Kollafjarðardali í morgun, og bilurin verður tikin uppaftur.

 

Men, sambært løgregluni hevði hetta tíbetur lítið upp á seg, og her var eingin fólkaskaði.

 

Vaktleiðarin segði seg í morgun hava skilt á veðurforsagnunum, at roknast kann við, at tað fer at kava fram til miðdags í dag, har ælini raka.

 

Væl av kava er komið niður kring landið, og tí er umráðandi, at fólk, sum ferðast í bili, serliga millum bygdir, taka atlit til, at vegirnir eru hálir, og at jarðrok kann vera.

 

Dagføring:

 

Sambært Landsverki er ikki koyrandi til Gjáar í løtuni, og nú klokkan 08.15 sigur Landsverk eisini, at Vestmannavegurin er stongdur fyribils.

 

- Tað er hált um alt landið. Nógv jarðrok er í ælunum. Koyrið varliga, eru boðini hjá Landsverki.

 

Hjá Landsverki broytist kunningin alla tíðina í morgun.

 

- Í løtuni er vegurin um Sandavágsháls stongdur, og tað er vegurin Frammi í Dal í Kollafirði oman til rundkoyringina í Kollafirði eisini, sigur Landsverk.