Ferðslan gongur sum hon skal

Hóast nakað av kava er komið niður, og hálkufráboðanir eru, hevur ferðslan eftir øllum at døma gingið sum hon skal í kvøld.

- Koyra fólk eftir umstøðunum, og tey eru von við at koyra í kava, skuldu eingir trupulleikar verið.

Hóast nakað av kava er komið niður í kvøld, og Landsverk hevur boðað frá hálku víða um landið, hevur ferðslan eftir øllum at døma gingið sum hon skal í kvøld.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at síðan hann kom á vakt í kvøld, hevur einki verið at hoyrt um, at nakar er komin illa fyri í hálku.

- Koyra fólk eftir umstøðunum, og tey eru von við at koyra í kava, skuldi eingir trupulleikar verið. Tíbetur hava vit einki hoyrt um, at ferðslan ikki gongur, sum hon skal, sigur vaktleiðarin.

Seint seinnapartin í dag fór ein bilur skeivur á vegnum nakað norðan fyri Landsfjósið í Kollafirði. Bilurin fór niðan av vegnum og maðurin, sum var í bilinum, varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

Tá In.fo skifti orð við løgegluna stutt eftir hendingina norðan fyri Landsfjósið, varð tíbetur ikki hildið, at maðurin, sum var í bilinum, hevði fingið stórvegis mein.