- Ferðslan er hækkað seks prosent fyrstu 11 mánaðirnar í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør og vit vænta at eini knapt 900.000 akfør hava koyrt ígjøgnum tá árið 2015 er liðugt. Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfeløgunum, tá hann skal greiða frá, hví prísurin at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin verður lækkaður á nýggjárinum.
Tey, sum hava túrahald, sleppa 20 prosent bíligari, og tey, sum hava árshald, sleppa 14 prosent bíligari.
Fyri tey, sum hava árshald í báðum undirsjóvartunlunum, verður prísurin túsund krónur um mánaðin.
Hetta fer at kosta 3,8 milliórnir, men Uni Danielsen sigur, at hann væntar, at tað er balanserað í roknskapinum, tá 2017 er liðugt.
Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Una Danielsen.