Ferðing hjá springarum í ein mánað

Nú er ein mánaði liðin, síðan springararnir vórðu merktir í Fuglafirði, og tveir sendarar virka enn.

Hesir báðir springararnir fóru beinanvegin frá hvørjum øðrum og hava síðan ferðast ymiskar leiðir, soleiðis sum myndin omanfyri vísir.

 

- Eini springarin fór fyrst norður um Føroyar, men fór síðan suður aftur um oyggjarnar - í økið við Bankaryggin, eystur av Føroyabanka, har hann var rættiliga støðufastur.

 

Á Havstovuni siga tey, at seinastu dagarnar hevur hesin springarin ferðast norður gjøgnum Hetlandsrennuna og eisini eystur móti Hetlandi. Hann er nú í hellingini eystaru megin Hetlandsrennuna, inni í bretskum sjógvi.

 

- Hin springarin ferðaðist rættiliga miðvíst suður á 59 breiddarstig, haðani hann snaraði vestureftir - móti Íslandsdýpinum. Síðan vendi hann norður móti Íslandsrygginum, og her hevur hann hildið til seinastu tríggjar vikurnar, verður lagt aftrat.