Ferdinand og Lampard: Besta enska landsliðið nakrantíð

Enskar landsliðslegendur hava nógvar rósur at bera núverandi enska landsliðnum

Fyrr í kvøld vann Ongland 4-0 á Ukraina í EM-fjórðingsfinaluni á Olympisku leikvøllinum í Rom. 

 

Ringt er at finna ein enskan fótbóltsfjeppara, ið ikki er sigursvísur um EM-gullið í kvøld.

 

Gomlu ensku landsliðslegendurnar, Rio Ferdinand og Frank Lampard hava stór lovorð til núverandi enska landsliðið sum hevur hildið málið reint í fimm dystum, og hevur málúrtøkuna 8-0.

 

Rio Ferdinand heldur, at hann hevur ikki nakrantíð sæð eitt betri lið hjá Onglandi: - Eg eri meira bjartskygdur nú. Tey mest føgru orðini eg kann siga er, at eg havi ikki sæð eitt meir fullkomið lið hjá Onglandi nakrantíð. Allir spælararnir sum koma á vøllin geva sítt jaliga ískoytið. Talan er um eitt sera torført lið at vinna á, sigur Rio Ferdinand. 

 

- Vit gjørdu arbeiðið í dag. Gareth Southgate kann vera stoltur av hesum kvøldinum. Nú er tíðin komin til at halda høvdið kalt og hava fult fokus, sigur Frank Lampard.