Ferdinand nýggjur liðformaður

John Terry varð fríggjadagin sekkjaður sum liðformaður á enska fótbóltslandsliðunm, eftir at hann hevur verið í andgletti fyri privat viðurskifti. Nýggjur liðformaður er maðurin undir liðini á John Terry í miðverjuni, Rio Ferdinand úr Manchester United. Ferdinand hevur verið nógv skaddur seinastu mánaðirnar, men hann hevur spælt aftur fyri United í januar mánaði.