Ongland vann uttan stórvegis trupulleikar við 5-1 móti Kasakhstan leygardagin, men tað forðaði ikki ensku áskoðarunum í at rópa eftir Ashley Cole, sum gjørdi eitt mistak, tá mótstøðan skoraði. Og tað hevur fingið ilt í Rio Ferdinand. – Eg vóni, at áskoðararnir fara heim at skamma seg. Vit eru øll mennsikju, sum gera mistøk, og sum spælari ynskir tú altíð at fáa uppbakning frá áskðarunum. Og tað fekk Ashley ikki, staðfestir Ferdinand.