Verjuspælarin Rio Ferdinand spældi ikki toppdystin hjá Manchester United ímóti Chelsea í gjár. Orsøkin er, at Ferdinand hevur ilt í rygginum. 30 ára gamli Ferdinand hevur ikki spælt seinastu fimm dystirnar, og í hansara stað hevur tann 10 ára yngri Johnny Evans spælt ístaðin. Nú skal Ferdinand kannast nærri í rygginum, so bilbukt kann fáast við trupulleikanum.










