Tað byrjaði illa longu áðrenn stórdysturin millum Manchester United og Liverpool var bríkslaður í gongd.
Tá liðini skuldu halda góðan sið, har spælararnir plaga at heilsa uppá hvønn annan áðrenn dystarbyrjan, noktaði Liverpool-framherjin Luis Suarez at heilsa uppá Patrice Evra hjá Manchester United. Hetta fekk ilt í verjukempuna hjá Manchester United, Rio Ferdinand, sum noktaði at heilsa uppá Luis Suarez.
- Eg haldi, at Luis Suarez tók eina ógvuliga ringa avgerð áðrenn dysturin byrjaði, við ikki at heilsa uppá Patrice Evra. Vit høvdu kunnað jarðað málið tá, men tað var ikki gjørt, og tí noktaði eg at taka í hondina á Luis Suarez, segði Rio Ferdinand við tíðindafólk aftaná dystin, sum Manchester United vann við tveimum málum hjá Wayne Rooney. Júst Luis Suarez skeyt málið hjá Liverpool.
Tá dysturin var liðugur fór Patrice Evra eina sigursrundu runt vøllin, har hann var fagnaður av heimaáskoðarunum.