Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, var eftir sigurin á Porto ovurfegin um málið, sum Cristiano Ronaldo skeyt eftir bara seks minuttum. Men samstundis legði hann stóran dent á týdningin av, at Rio Ferdinand var aftur í verjuni. – Tað var lykilin hjá okkum, at Rio aftur er við. Saman við Vidic gav hann spælinum hjá okkum ein tryggan botn, og kunnu vit aftur finna støðið, har hini ikki skora móti okkum, so kunnu vit væl koma heilt langt, helt Sir Alex Ferguson.










