Alex Ferguson gjørdi Ferdinand til dýrasta verjuspælaran í enskum fótbólti, tá hann á sinni rindaði Leeds £30 mió fyri spælaran.
Síðani hevur Rio Ferdinan verið mest sum púrasta fastur partur av verjuni hjá Manchester United, men í ár hava dystirnir ikki verið heilt so nógvir í tali.
Tað hevur ført til gitingar, um Ferdinan fór at leingja sáttmálan við felagið, og boðar spælarin sjálvur frá, at tað ger hann ikki.
- Eg kom til Manchester United, tí eg vildi vinna. Men eg kundi ikki ímyndað mær, at eg skuldi vinna somikið nógv, sum eg havi gjørt hesi 12 árini. Eg havi havt nakrar fantastiskar løtur í tí felagnum, sum eg meti vera heimsins besta, skrivar Ferdinand millum annað á almennu Facebook-vangamynd sínari.
Tað er ikki greitt, hvar Rio Ferdinand nú fer at spæla, men í takkarkvøðu sínari skrivar hann, at hann kennir seg væl fyri til at fara undir tær avbjóðingar, sum framtíðin hevur at bjóða.