Rio Ferdinand mátti fara av vøllinum tá Manchester United vitjaðu á Riverside Leikvøllinum í Middlesbrough sunnudagin. Nemanja Vidic er eisini á skaðalistanum, og hann verður ikki tøkur aftur fyrr enn um mánaðarskiftið. Mangla bæði Ferdinand og Vidic kemur verjan hjá Manchester United-verjan undir eitt ræðuligt trýst. - Vónandi er skaðin hjá Rio ikki so álvarsamur. Hann tók seg til beinið, og um hann hevði verið verandi á vøllinum høvdu vit ikki fingið tað maksimala burtur úr honum. Eg vóni, at vit kunnu hava hann kláran til heimadystin ímóti Roma, segði United-venjarnin, Alex Ferguson í gjár. Mikukvøldið spælir Manchester United seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League-kappingini ímóti Roma. United vann útidystin 2-0.