Tá ið leikbannið hjá verjuspælaranum Rio Ferdinand er úti í næsta mánaði, verður hann aftur tikin út til enska landsliðið. Tað sigur enski landsliðsvenjarin Sven Gøran Eriksson.
? Ferdinand er millum teir bestu spælararnar í heiminum, og um hann spælir væl eftir leikbannið er einki at ivast í, at hann skal spæla á enska landsliðnum eisini, sigur svenski landsliðsvenjarin hjá Onglandi.
Manchester United spælarin fekk langt leikbann, tí hann ikki møtti til eina dopingroynd.