Ferðin til Mánan byrjar ikki í dag

Síðstu nátt skuldi mánarakettin fyllast við brennievni, men tá varð staðfest, at ein riva var í einum av tangunum.

Tað verður eingin mánarakett skotin upp av Cape Canaveral í Florida í dag, soleiðis sum ætlanin hjá NASA annars var.

 

NASA hevur avlýst uppskjótingina, eftir at ein av tangunum við brennievni hevur fingið skaða, møguliga av snarljósi og toruveðri í gjár.

 

Síðstu nátt skuldi mánarakettin fyllast við brennievni, men tá varð staðfest, at ein riva var í einum av tangunum.

 

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at ógvuslig snarljós og toruveður var yvir Cape Canaveral í gjár.

 

Enn er tó ikki endaliga staðfest, hvør orsøkin er til, at ein riva kom í ein av tangunum við brennievni.

 

Sambært ætlanini hjá NASA skuldi mánarakettin skjótast upp í dag, men hetta er fyribils útsett. 

 

Eftir ætlan skal ómannaða rúmdarfarið í seks vikur ferðast kring Mánan og heimaftur. 

 

Hetta er fyrsta royndin undir navninum, Artemis, sum sambært NASA er eitt framhald av Apollo-verkætlanunum. 

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at NASA ætlar at senda fólk aftur upp á Mánan, og næsta stigið verður at senda fólk upp á Mars.