Hósdagin hin 7. juli, sum er í morgin, byrjar súkkluferðin hjá Team Rynkeby, og aftur í ár verða súkklararnir sendir avstað frá Smæruni á Kjalarvegi 48 í Klaksvík.
Í Klaksvík siga tey, at øll eru hjartaliga vælkomin at ynskja ferðaliðnum góða ferð, og í samband við fráferðina verður bjóðað kaffi, køkur og okkurt søtt til børnini.
Ein skrá er løgd fyri fráferðina úr Klaksvík, og sambært skránni verða súkklurnar vístar fram klokkan 10.30, tá eisini verður høvi at heilsa upp á súkklararnar.
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Anja Samuelsen, umboðandi Team Rynkeby, fara at halda røður, og Rani Nolsøe fer at syngja tvey løg.
Klokkan 11.15 fara súkklararnir av Kjalarvegnum, og tá verður fyrst súkklað út til Klaksvíkar Sjúkrahús, áðrenn farið verður víðari.
Í Klaksvíkar kommunu ynskja tey Team Rynkeby-súkklarunum eina góða ferð.











