Inntøkurnar hjá føroyingum veksur alsamt, men vøksturin er ikki so stórur longur, sum hann hevur verið
Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni
Uppgerðin vísir, at nú tátta lønargjaldingarnar í tvær milliardir í hvørjum ársfjórðingi, og vøksturin er umleið eitt prosent, hvønn ársfjórðing.
- Í fjør vuksu lønirnar tvey fyri hvønn ársfjórðing, so ferðin í vøkstrinum er ikki tanna sama longur.
Higartil í ár eru goldnar 5.835 milliónir krónur í lønum og tað eru 326 milliónir krónurfleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Framgongdin er sostatt 5,9 prosent.
Størsti vøksturin var í vár, tá ið hann var yvir sjey prosent, men síðani er hann minkaður hvønn mánað, og nú er hann 5,9 prosent.
- Nú tað er so langt útliðið í ár, kann ikki væntast tær stóru broytingarnar í vøkstrinum, so tilsamans fer vøkstur at liggja millum 5 og 6 prosent, metir Hagstovan.
At tølini eru árstíðarjavnað, merkir, at lagt er upp fyri sveiggjum, sum eru í lønargjaldingunum eftir árstíðunum o.s.fr.