Heidi Holm, verkætlanarfólk á Visit Faroe Islands fer at greiða frá um landbúnaðarferðavinnu og nýskapan í landbúnaðinum.
Súsanna Sørensen, marknaðarleiðari á Visit Faroe Islands fer at greiða frá hugtakinum og tilboðnum Heimablídni. Hvørji eru krøvini og reglurnar í sambandi við Heimablídni? Hvussu brúkar Visit Faroe Islands heimablídni í marknaðarføringini av Føroyum? Og hvønn leiklut hevur heimablídni í nýggju ferðavinnustrategiini?
Harriet Olafsdóttir, íverkseti og bóndi, fer at greiða frá sínum royndum. Hvussu hon byrjaði og hvussu gerandisdagurin sær út í dag.
Fyrislestrarnir vera á Miðnám í Vestmanna, mikukvøldið 6. mars kl. 19 og eru ókeypis. Fólk vera biðin um at boða frá luttøku á visit(at)vestmanna.fo