Ferðavinnu- og dekkmaður fimti

Mánadagin gjørdist ferðavinnu- og dekkmaðurin Sámal Bláhamar 50 ár. Í hesum sambandi bjóðaði hann viðskiftafólki o. ø. til samkomu í hølunum hjá Super Dekk við Hoyvíksvegin í Havn

Væl av fólki nýtti høvi at heilsa Sámali á henda heldur sjáldsama hátt.

Í sambandi við hátíðarløtuni var eisini skipað fyri kapping um 50 dekk, sum vórðu seld við 50% í avslátri.