Ferðavinnan veksur skjótt

– At vit hava framgongd í ferðavinnuni, kemst heilt greitt av, at politiska skipanin hevur givið okkum uppbakking, sigur stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard.

Ferðavinnan fær alsamt størri týdning fyri føroyska búskapin, tí nýggj tøl frá Hagstovuni vísa, at umsetningurin í ferðavinnuni í 2013 setti nýtt met við 577 milliónum krónum, samanborið við 448 milliónir í 2011.

– At vit hava framgongd í ferðavinnuni, kemst heilt greitt av, at politiska skipanin hevur givið okkum uppbakking, sigur stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard., nú nýggjastu tølini boða frá størri vøkstri enn væntað.

Hetta eru tøl, Hagstovan er komin til, eftir at hon síðstu tíðina hevur kannað búskaparligu árinini av útlendsku ferðafólkunum, ið koma til landið og teirra keyp av vørum og tænastum.

Hoyr samrøðu við Guðrið Højgaard, stjóra í Visit Faroe Islands, við at trýsta á pílin undir myndini.