Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur loksins lagt fyri tingi eitt lógaruppskot, ið strikar revsingina fyri ikki at boða frá grind. Tað er gjørt í kjalarvørrinum av, at fleiri ferðamannaskip hava avlýst ferðir til Føroya.
Tað er tó ikki nokk sambært fólkum í ferðavinnuni. Í hoyringssvarum til lógaruppskotið vísa bæði Visit Faroe Islands og Ferðavinnufelagið á, hóast tað er gott, at revsingin verður strikað, so hevði tað verið betri, um øll fráboðanarskyldan varð strikað.
- Best fyri vinnuna hevði tó verið, at fráboðanarskyldan var strikað úr lógini, soleiðis at møguleiki ikki er til staðar at føra fram, at føroyingar og ferðafólk í Føroyum fremja lógarbrot, um tey ikki boða frá grind, er greiði boðskapurin frá Ferðavinnufelagnum í hoyringssvarum.
Tað er eitt sjónarmið, ið Visit Faroe Islands tekur undir við.
- Frá 6/1-1986 til 19/5-2015 eru, sambært yvirlitið hjá Kára Thorsteinsyni (heimabeitið.fo), 24.882 grindahvalir hildnir til í Føroyum. Hesir vórðu allir hildnir til, hóast eingin revsing var um vantandi fráboðan. Havandi í huga, at fráboðanarskylda ikki var revsiverd frá 1986 til 2015, duga vit ikki at síggja, hví fráboðanarskylda skal standa í galdandi lóggávu, skrivar felagið í hoyringsskrivi
Visit Faroe Islands vísir í hoyringssvarinum á, at trupulleikin er, at fráboðanarskyldan noyðir ferðafólk at taka eina støðu til grindadráp, og hevur tað eina neiliga ávirkan á ferðavinnuna.
Harumframt metir Visit Faroe Islands, at óhepnu avleiðingarnar av galdandi lóggávu einans kunnu betrast, um fráboðanarskyldan verður heilt avtikin.
- Í mun til ferðavinnu meta vit ikki, at tað, at revsingin verður tikin burtur úr lóggávuni, fer at hava nóg stóra jaliga ávirkan. Áðrenn nýggja lóggávan bleiv sett í gildi í 2015, var fráboðanarskyldan ikki eitt evni, ið ferðafólk og ferðavinnan mátti fyrihalda seg til. Nýggja grindalógin frá 2015 førdi við sær, at fleiri av størstu miðlunum í heiminum valdu at taka evnið upp – eitt evni, ið tey annars ikki valdu at skriva um frammanundan, skrivar Visit Faroe Islands í hoyringssvarinum og leggur afturat.
- Tí er fráboðanarskyldan, og tað at tú sum ferðafólk kanst gerast partur av grindadrápi, nakað sum ferðafólk mugu taka støðu til. Okkara meting er, at um tann neiliga ávirkanin, sum broytingin í grindalóggávuni í 2015 hevði við sær, skal betrast, er neyðugt at taka fráboðanarskylduna úr lóggávuni.