Ferðavinnan skal í miðdepilin

Hóskvøldið skipar bygdaráðið í Eiðis kommunu fyri borgarafundi, har ætlanin er at viðgera ætlanirnar, sum kommunan hevur á ferðavinnuøkinum.

Eiðis kommuna, sum hevur millum annað Risan og Kellingina, Ytra Koll, tvey vøtn og Mølina at vísa ferðafólki, hevur gjørt av at leggja størri dent á ferðavinnuna, og fyri stuttum setti kommunan Áka Leitisstein Hansen sum trivnaðar- og ferðavinnumennara. 

 

 

Nú hóskvøldið vil bygdaráðið so hoyra, hvørji hugskot borgararnir hava á ferðavinnuøkinum. Bygdaráðið skrivar á heimasíðuni, at ferðavinnan skal í miðdepilin, og at tað tí er av alstórum týdningi, at borgarin sleppur til orðanna og kann kjakast um, hvussu bygdaráðið og borgarranir í felag kunnu menna og nýskapa møguleikarnar í økinum og harvið fáa skipaðar umstøður til ferðafólkini.

 

Á borgarafundinum, sum verður hóakvøldið kl. 20 í miðhøllini í skúlanum, fara umboð fyri Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn at leggja fram.