Ferðavinnan skal geva eina milliard

- Ferðavinnan skal kasta 1 millard krónur av sær í 2020, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni

Kaj Leo Holm Johannesen umrøddi í ólavsøkurøðuni ferðavinnuna í Føroyum, sum skal kasta enn meiri av sær til føroyska samfelagið komandi árini.


- Ferðavinnan er í vøkstri. Nógv fleiri fólk ferðast til Føroyar, og gistingarnar økjast í tali. Nýggj ferða- vinnustrategi er gjørd. Málið er, at ferðavinnan skal kasta 1 mia. krónur av sær í 2020.

- Ferðaráðið er umskipað til P/F Visit Faroe Islands, og nýggj nevnd við breiðari vinnuumboðan er farin til verka, segði løgmaður.

Hann kom eisini inn á nýggju strategiina hjá Atlantsflogi:

- Atlantsflog hevur í summar lagt fram nýggja strategi. Eg gleðist um, at henda strategi bæði fevnir um bíligari ferðaseðlar og nýggjar rutur. Farið verður nú undir at flúgva regluliga til Noregs og Skotlands, segði Kaj Leo Holm Johannesen.