Ferðavinnan heiðraði seg sjálva

Seks heiðursbrøv vórðu latin fólkum í vinnuni

Fríggjadagin í síðstu viku skipaði Ferðavinnufelagið fyri stórum degi í Norðurlandahúsinum, har fyrilestrar og annað var á skránni.


Dagurin endaði við kvøldsetu á Hotel Føroyum, har ymisk heiðursbrøv vórðu latin fólki í vinnuni, ið høvdu gjørt vart við seg á ymiskar hátt.


Tað vóru Ferðavinnufelagið, Visit Faroe Islands og Kunningarstovurnar kring landið, ið handaðu tær seks heiðurslønirnar.


Heiðurslønina fyri ung stjørnuskot í ferðavinnuni, ið varð latin persóni undir tretivu ár, varð handað Poul Andrias Ziska, ið til dagligt starvast sum høvuðskokkur í matstovuni Koks.


Átakið RÍÐ OG ET fekk handað heiðurslønina fyri Átak fyri burðardygd í ferðavinnuni. Talan er um eitt tilboð, har fólk ríða við Berg Hestum til Velbastaðar, har tey verða boðin til borðs hjá seyðabóndunum Annu og Óla Rubeksen.


Bindifestivalurin í Fuglafirði vakti ans langt út um landoddarnar, so tað er kanska ikki óvæntað, at festivalurin fekk handað heiðurslønina Nýskapan í ferðavinnuni.


Ársins ”It's all about the people” varð latin einari eldsál innan føroysku ferðavinnuni, Sámal Bláhamar.


Heiðurslønin Besta sølufólk í ferðavinnuni varð latin Rúna Erlandsdóttir, sølufólk hjá GreenGate Incoming.


Johannes Jensen, stjóri í Gist & Vist og nevndarformaður í VisitFaroeIslands, fekk handað heiðurslønina sum ársins leiðari í ferðavinnuni.