Ferðavinnan er ein vaksandi vinna. Inntøkur hjá tí almenna eru vaksandi og um allan heimin verður Føroyar marknaðarført sum ferðavinnuland. Ferðamanna skip í hópatali, Norrøna siglir fullfermd og flogfør seta seg hvønn dag við ferðafólki, sum koma at vitja okkara vøkru oyggjar. Alt gott um tað, men vit eiga at fáa meir burtur úr ferðavinnuni. Vit eiga at spyrja okkum sjálvið: Hvat kunnu vit bjóða? Hvat hevur teirra áhuga?
Lat meg taka nøkur uppskot úr rúgvuni, ið vit kunnu arbeiða við. Matmentan okkara er á mangar mátar serstak. Bara søgan um hvussu forfedrar okkara máttu stríðast fyri at fáa mat á borðið er ein rík søga. Eisini kundi hetta verið samantvunnið við søguna um útróðrin við árabáti.
Føroyar og tað fólkið, ið her býr, hava ikki altíð havt tað eins lætt, sum nógv onnur lond, tá tað kemur til at fáa rávørur til høldar. Veðrið ger, at tað er torført hjá okkum at kappast við stór landbúnaðarlond um framleiða landbúnaðarvørur. Heldur ikki á sjónum er tað eins lætt, at fáa fiskin til høldar. Hóast veðrið manglar spælir okkum eitt puss, so eru okkara rávørur í heimsklassa. Vit hava longu í dag megna, at fingið ferðafólk, at koma til Føroya fyri at royna okkara matmentan og okkara rávørur. Tað kann nevnast, at matstovan KOKS hevur funnið viðurkendar prísir fyri teirra góðu rávørur. Hetta eiga vit at arbeiða meiri við.
Sagnir okkara draga eisini ferðafólk til sín. Kópakonan í Mikladali hevur drigið nógv ferðafólk til sín – bæði føroysk og útlendsk. Vit eiga nógv søgulig støð kring allar Føroyar. Eitt nú múrurin í Kirkjubø og kirkjan í Kollafirði fyri at nevna nøkur úr rúgvuni.
Fólkaflokkurin vil skapa karmarnar fyri einari blómandi ferðavinnu. Fólkaflokkurin vil stuðla og eggja øllum við krevativum hugskotum í ferðavinnuni - tí vit meina tað.
Poul Adrian í Homrum
Valevni Fólkafloksins