Ferdast.fo

Eins og MB Tours hevur ferdast.fo sítt heim á Bryggjubakka 2 í Vágsbotni mitt í Havnini. Tað eru somu fólk, sum standa aftanfyri ferdast.fo og MB Tours, og ferdast.fo er eins og MB Tours ein ferðamannaskrivstova.

Munurin á hesum báðum fyritøkum er tó, at meðan MB Tours tekur sær av ferðafólki, sum kemur til landið, so tekur ferdast.fo sær av føroyskum ferðafólkum, sum ætla sær ein túr av landinum.

Ferdast.fo hevur serliga gjørt nógvar túrar fyri bólkar, sum ætla sær av landinum, og í summar vera fleiri spennandi túrar á skránni. M.a. skal ferðaskrivstovan syrgja fyri 200 ferðafólkum, sum fara ein túr til Oyggjaleikirnar á Rhodos.

Ferdast.fo hevur serliga lagt seg eftir at gera túrar til Stóra Bretlands, og í summar verður skipað fyri fleiri konserttúrum til Onglands. Fyri stuttum vóru nakrir føroyingar á konsert hjá Bryan Adams á Wembley Arena, og seinni í summar verður eisini skipað fyri túrum til m.a. Rod Stewart og Justin Timberlake.

Vikuskiftið 6. – 9. juli verður eisini skipað fyri einum serligum vikuskiftistúri til London. Leygardagin 7. juli verður farið á stóru Live Aid konsertina, sum verður hildin í nógvum ymiskum londum kring heimin og varar í 24 tímar. Her fara kendir musikarar sum David Grey, Madonna, Genesis, Red Hot Chili Peppers, James Blunt, Black Eyed Peas, Keen o.o. at spæla nakrar sangir. Sunnudagin fáa ferðafólkini so møguleika at fara á konsert hjá kenda rockbólkinum Metallica.

Ferdast.fo skipar annars fyri túrum gjøgnum alt árið, og m.a. hava tey gjørt nógv við skíferðir í Alpunum, umframt at tey kunnu bjóða atgongumerki til allar dystir í ensku Premier League.