Ferðasambandi ímillum Gomlurætt og Skopum er tarnað í dag. Orsøkin er, at Hasfjord, sum siglur við farmi um Skopunarfjørð, liggur í løtuni, tí hann hevur fingið trupulleikar. Jóan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at á veg av Gomlurætt til Skopun fyrr í morgun, fekk hann trupulleikar – og tey halda seg vita, at hann hevur fingið um skrúvuna á veg yvirum Skopunarfjørð.
Hann sigur, at nú verður roynt at fáa kavara til Skopunar at kanna trupulleikan og at fáa av skrúvuni aftur. Ímeðan hetta fer fram, fær Hasfjord ikki siglt og tað darvar farmaflutninginum ímillum Gomlurætt og Skopun.
Teistin er á beding, men Ternan er í sigling og hon førir so ferðafólkini, sum skulu um fjørðin og tekur so tann farmin eisini, sum pláss er fyri. Virkandi stjórin á Strandferðsluni sigur, at til kavarin hevur kannað málið, ber ikki til at siga, nær Hasfjord fer aftur í sigling.











