Ferðamannaskip við bátum undir landi

Hvat ger ferðamannaskipið vestan fyri Hestoynna. Er hetta bjargingarroynd - ella sigla bátar hjá skipinum undir oynni?

Bæði í dag og í gjár hava nógv útlendsk ferðafólk verið at sæð í havnargøtum. Ferðamannaskip hava ligið við bryggju, og onnur hava ligið úti á reduni, haðani ferðafólk eru flutt í land við bátum.

 

Í gjár vitjaðu Albatros og Arcadia, og í dag Celebrity Infinity og Delphin, sum kemur á Havnina í kvøld. 

 

Seint í dag sást ferðamannaskipið, sum er á myndini, liggja vestan fyri Hestoynna, og her vóru bátar flotaðir. Um siglt varð undir land við ferðafólki av skipinum - ella, um talan var um bjargingarroynd, veit in.fo ikki at siga.

 

Onkur, sum sá hesa myndina og sum hevur starvast innan eftirlit á føroyskum havleiðum í nógv ár, helt fyri, at slíkt er ikki loyvt uttan so, at myndugleikarnir hava givið loyvi til tess.

 

So er spurningurin, um ferðamannaskipum, sum koma higar til lands, skal verða loyvt at sigla fólk undir fuglabjørg á sumri, meðan fuglurin reiðrast í berginum.