Ferðamannaskip á Molanum

Fyrrapartin í dag vóru tvey ferðamannaskip á Molanum í Havn.

 

Talan var um tey bæði skipini Delphin og Discovery, ið hava ávikavist 450 og 600 ferðafólk umborð.

 

Delphin, sum er týskt ferðamannaskip, kom á Havnina í morgun um 9-tíðina og fór avstað aftur, tá klokkan var hálvgum tvey seinnapartin.

 

Hitt skipið, Discovery, kom á Havnina beint fyri middag og fer avstað klokkan 19.00 í kvøld.

 

Næsta ferðamannaskipið kemur longu í morgin, og talan er tá um bretska Marco Polo, ið er ávegis Lerwick. Við umborð á Marco Polo eru eini 700 ferðafólk.