Skipið hjá Crystal Cruise verður ikki tað fyrsta ferðamannaskipið, sum fer ígjøgnum ta sokallaðu Útnyrðingsleiðina norðan fyri kanadisku strondina, men avgerðin hevur kortini vakt ans, tí fleiri seta spurnartekin við ferðafólka- og umhvørvistrygdina.
Tað hevur heldur ikki sissað tey ivingarsomu, at eitt serligt trygdarskip skal fygljast við ferðamannaskipinum á ferðini, skrivar Maritime Executive.
Dermot Loughnan, sum er stjóri í Tactical Marine Solutions í Kanada, heldur tað vera púra burturvið at senda eitt so stórt ferðamannaskip á hesar leiðir og serstakliga, um eitt ella annað óhapp hendir.
-Har er u ongar umstøður at hýsa fólki, og har er eingin bjargingar- ella leitiútgerð, sigur hann.
Ein annar, sum setir spurnartekin við ætlanina, er Ron Klein, professari á Memorial University í Nýfunnalandi. Hann sigur, at tað finnast mong dømi um, hvussu óálítandi sjókortini á hesum leiðum eru, og at eitt óhapp kann henda.
-Hendir eitt óhapp, er atgongdin til neyðhjálparútgerð sera avmarkað, sigur Ron Klein.
Gongst sum ætlað fer Crystal Cruises at bjóða sínum viðskiftafólki eina 32 dagar langa ferð ígjøgnum Útnyrðingsleiðina úr Alaska til New York. Fyrstu ferðaseðlarnir skulu ætlandi seljast í august í 2016.