Ferðafólk, ið koma til Føroyar at ferðast í summar, koma til stongdar dyr á Myntvaskarínum í J. Broncksgøtu í Havn við klæðsekkinum. Um eina viku letur Myntvaskaríið aftur med alla. Fyri lesandi, einlig fólk, ung sum eldri, men ikki minst ferðamannin, er hetta ein dyggur smeitur. Hetta er Brynjálvur Jensen, ið hevur rikið Myntvaskaríið í 15 ár, greiður yvir, men hóast hann hevur roynt at selt vaskaríið og í aðrar mátar arbeitt fyri, at tað heldur fram, er tað ikki eydnast.
? Eitt myntvaskarí kundi ligið í eini keypsmiðstøð ella eini servisustøð, tí so kundi arbeiðsmegin verið betri brúkt, men hóast eg havi spurt meg fyri nógva staðni og arbeitt hart fyri at vaskaríið heldur fram, er tað ikki eydnast mær, sigur Brynjálvur Jensen, eigari.
Høvuðsstaður uttan myntvaskarí
Tað eru serliga ferðafólkini, ið fara at merkja sviðan í summar, tí tveir triðingar av inntøkuni koma frá ferðamanninum. Ferðaráðið og Kunningarstovan eru fyri eini tíð síðani kunnað um afturlatingina.
? Tað er alt ov vánaligt, at ein høvuðsstaður, ið bjóðar seg fram at taka ímóti nógvum ferðafólki, ikki hevur eitt myntvaskarí, sigur Brynjálvur Jensen.
Ikki bert ferðamaðurin verður við sviðusoð eftir 27. apríl, men eisini lesandi av bygd, einlig og tey, ið ikki hava sett búgv.
? Vit hava havt nógvar fastar kundar, men av tí at triðingurin av inntøkuni hjá vaksarínum kemur frá ferðamanninum, er tað serliga summarmánaðirnar, nógv er at gera. Tí hevur tað verið ógvuliga tungt at reka, sigur Brynjálvur Jensen.
Myntvaskaríið í J. Broncksgøtu byrjaði fyri 15 árum síðani. LFÚ, sum er landsfelag føroyinga í útbúgving, hevði í umbúna at taka stig til eitt myntvaskarí við tveimum vaskimaskinum á einum næmingaheimi. Avrátt varð ístaðin, at Brynjálvur Jensen lat eitt vaskarí upp við 5 vaskimaskinum og 3 turkitrumlum, og harvið fingu onnur enn lesandi eisini atgongd til at fáa klæðini vaskað.