Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð frá fólki í Haraldssundi um, at tey stúrdu fyri einum fremmandamanni, sum var komin til bygdina.
Hann hevði sett bilin frá sær seinnapartin mánadagin, ella týsmorgunin. Men bilurin stóð enn og síðani hevði ongin sæð nakað aftur til ferðamannin og tí stúrdu tey fyri, at okkurt kundi vera hent honum.
Talan var um ein leigubil, so tað gekk skjótt hjá løgregluni at fáa greiði á, hvør ferðamaðurin var og hann var úr einum landi her í Evropa.
Løgreglan setti tiltøk í verk at leita eftir manninum og vakthavandi sigur, at fyri eini løtu síðani varð hann afturfunnin í øllum góðum.
Tað var tyrlan, sum sá mannin uppi í fjøllunum í Kunoy fyri eini løtu síðani og hann hevði tað fínt.
Hann hevði verið í fjøllunum alla tíðina síðani hann setti bilin frá sær og hann hevði eisini sovið í fjøllunum. hevði tað gott.