##med2##
- Vit meta tað er trygt at ferðast til Ukraina. Lviv er líka langt burtur frá møguliga stríðsøkinum eysturi í Ukraina, sum Lviv er burtur frá Danmark.
Hetta sigur Hallur Danielsen, ferðaleiðari hjá H71-hópinum sum í løtuni er staddur í Póllandi.
Í morgin tíðliga ferðast H71-kvinnurnar yvirum markið millum Póland og Ukraina fyri at spæla móti Ukrainska liðnum Lviv í Europa Cup kappingini.
Talan er um fyrru fjórðingsfinaluna. Seinna hálvfinalan verður spæld í høllini á Hálsi í Havn sunnudagin 20. februar klokkan 20. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Árni Gregersen hevði við ferðaleiðaran, Hall Danielsen í tíðindasendingini á FM1 klokkan 17.