Vøksturin í ferðafólkatalinum um Vága Floghavn helt fram í septembur, tá 28.867 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn. Talan var um ein vøkstur á 17,6 prosent í mun til septembur 2016. Higartil í ár eru 271.064 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin, og samlaði vøksturin frá januar til septembur er 16,2 prosent.
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, sigur, at tey vóna, at vøksturin fer at halda sær restina av árinum, og inn í komandi ár.
– Hetta so ferðavinnan í Føroyum fær betri møguleikar at fáa betur rakstur í teir annars slaku vetrarmánaðirnar, sigur hann.
– Økingin hevur eisini týdning fyri hotellini, matarstøðini, útferðarveitarar og onnur, sum liva av ferðavinnuni og sum geva sítt íkast til føroyska búðskapin, at eisini tey hava nakað av umsetningi í vetrarhálvuni, sigur Jákup Sverri Kass.