Løgreglan handtók í morgun eitt ferðafólk, ið kom við Norrønu á Havnina, tí illgruni var um, at viðkomandi hevði rúsevnir á sær.
Av løgreglustøðini verður upplýst, at viðkomandi, ein 19 ára gamal maður, í avhoyringunum hevur játtað, at hann hevði 50 gramm av hashi á sær.
Løgreglan hevur tó enn ikki fingið fatur á rúsevnunum, tí ungi maðurin hevur goymt tey innvortis, og verður hann tískil settur á pottavakt, so løgreglan fær staðfest, um hann talar satt um mongdina av rúsevnum.
Handtøkan varð gjørd sum partur av einum nýggjum átaki hjá Taks og løgregluni, har eftirlitið við ferðafólkum verður hert í samband við, at nógv fólk koma heim á jólum.










