Vit vita at ferðafólk við breki halda seg burtur frá Føroyum, tí umstøðurnar her eru so vánaligar.
Tað staðfestir Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum Fyri Brekað, á Rás2.
Hon sigur, at eitt nú eru atkomumøguleikarnir hjá fólki við breki so vánligir á teimum føroysku gistingarhúsunum, at tað fær ferðafólk at setast aftur.
Forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað sigur, at fyri stuttum var ætlanin at hava eina ráðstevnu í føroyum um ymisk viðurskifti hjá fólki við breki, men hon mátti avloysast.
- Tað bar rætt og slætt ikki til, tí vit hava ov fá kømur til fólk í koyristóli, sigur hon.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Barbaru á Tjaldrafløtti.
Hon heldur, at hotellini eiga at hava kømur til fólk, sum sita í koyristóli. Tað hava summi hotell eisini, men vit hava ikki nóg mikið, sigur hon.
Hon heldur ikki at tað er órímiligt at krevja, at hotell skulu hava kømur til fólk við breki.
- Tað er ikki eitt órímiligt krav. Í veruleikanum er tað eitt formligt krav, tí í 2009 samtykti løgtingið, at altjóða breksáttmálin hjá ST skuldi setast í gildi í Føroyum.
- Í honum stendur, at øll skulu hava javnbjóðis møguleikar at ferðast.
Barbara á Tjaldrafløtti sigur, at á summum økjum lúka vit ikki treytirnar í tí sáttmálanum.
Ráðið fyri Brekað hevur nýliga heitt á føroysku ferðavinnuna um at taka tey neyðugu atlitini, so at fólk við breki eisini kenna seg vælkomin í Føroyum.
Les eisini: Vinnan skal hjálpa við atkomu
Hon vísir á, at breksáttmálin staðfestir, at: Til tess at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt, og fullvegis vera við øllum lívsins viðurskiftum, skulu limalondini seta í verk hóskandi tiltøk til tess at tryggja fólki, ið bera brek, at tey eins væl og onnur sleppa inn í bygningar og fram at ymisligum umhvørvi, ferðamøguleikum, upplýsing og samskifti, kunningartøkni, samskiftistøkni og skipanum, og øðrum hentleikum og tænastum, sum tøkar eru og verða veittar almenningi, bæði í bý og á bygd.
|










